Fleiri lyfti vórðu lovað í 2020

Katrin á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty, fegnast um tey lyfti, ið givin er av politisku skipanini í ár

Katrin á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty, fegnast um tey lyfti, ið givin er av politisku skipanini í ár. 

Á jólum kunngjørdi Kaj Leo Holm Johannesen, at ætlan er klár, soleiðis at vit í januar/februar 2021 fáa móttøku fyri fólk, sum hava upplivað neyðtøku ella neyðtøkuroynd.

– Umboð fyri Amnesty og Kvinnuhúsið hava verið á fundi við bólkin, sum fyrireikar hetta arbeiðið, og vit gleðast um, at arbeiðið er sett ígongd, og at tey ynskja samstarv, soleiðis at vit fáa ein góða loysn, sigur hon í tíðindaskrivi.

Eisini fegnast hon um, at føroysk fongsulsviðurskifti eru á politisku dagsskránni.

– Vit hava eisini orsøk at gleðast um, at vit fáa alsamt fleiri almennar útsøgdir frá politikkarum um, at tað er átrokandi neyðugt at bøta um fongsulsviðurskiftini. Í 2020 hevur Amnesty lagt stóra orku í at varpa ljós á, at føroyskir fangar eru fyri grundleggjandi mannarættindabrotum – bæði í Føroyum, men serliga í Danmark. Vit gleðast um, at peningur er settur av til at kanna økið, og at tað er settur á skrá ein fundur, har danski løgmálaráðharrin kemur til Føroyar at fáa meira innlit í, hvat føroyingar ynksja til komandi fleirársavtalu um kriminalforsorgina, sigur hon framhaldandi.