Fleiri longu søkt á Føroya Eftirskúla

- Føroya Eftirskúli hevur eisini havt eina ávísa synergi her í økinum, sigur skúlastjórin, Pól Arni Holm.

 

 

- Vit hava lært eina ørgrynni og hava gjørt okkum nógvar royndir eftir lutfalsliga stuttari tíð. Tað er spennandi at vera við til at byggja hetta tilboð upp frá grundini.

Tað sigur stjórin á Føroya Eftirskúla á Tvøroyri, Pól Arni Holm. Hann vísir á, at nú hetta fyrsta skeiðið er meira enn hálvrunnið, eru mong dømi um, at eftirskúlin er ein uppliving fyri lívið. Her eru møguleikar og avbjóðingar á fjølbroyttu breytunum, sum eru seks í tali, 1. Føroyabreyt, 2. Films-og sjónleikarbreyt, 3. E-sport, 4. Íverksetara-og miðlabreyt, 5. Køksbreyt og 6. Sjóvinnubreyt.

Vallærugreinarnar, sum veljast kann ímillum, eru føroyskt, danskt, enskt, týskt, støddfrøði og alis-og evnafrøði.

Nú latið er upp fyri tilmelding til nýggja skeiðið komandi heyst, hava longu fleiri næmingar teknað seg, harav tveir eru úr Grønlandi og tveir úr Danmark. Tað sær spennandi út við tilmelding til skeiðið komandi heyst sum byrjar, tá skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina, og stjórin væntar, at skeiðið verður fullteknað.

Skúlin hevur pláss fyri 22 til 24 næmingum, ið eisini er tað, sum pláss er fyri á skúlaheiminum við Sílánna.

Føroya Eftirskúli er eitt 10. flokstilboð og øll, sum lúka treytirnar fyri upptøku, eru hjartaliga vælkomin at søkja. - Vit gleða okkum at læra nýggjar næmingar at kenna, og seinasta freist at tilmelda seg til skúlan er hin 1. juli, sigur skúlastjórin, sum vísir á, at nógvir møguleikar eru til menning, bæði á spennandi breytunum og sum partur av einum størri felagsskapi.

Skúlin húsast í ovaru hæddini á Posthúsinum í miðbýnum á Tvøroyri.

- Umframt, at undirvísing fer fram her í hølunum, hevur skúlin eisini samstarv við Tvøroyrar skúla, har 10. floks næmingar kunnu velja breytir hjá okkum, og vit kunnu velja breytir hjá teimum. Soleiðis hava næmingarnir partvís verið blandaðir saman - alt eftir, hvørjar breytir tey hava valt.

Pól Arni Holm sigur, at tilboðini, sum Føroya Eftirskúli hevur, eisini hava verið viðvirkandi til, at onkrir næmingar hava valt at ganga í 10. flokki í Tvøroyar skúla, og soleiðis hevur tilboðið hjá eftirskúlanum eisini havt eina synergi í økinum.

Eftirskúlin hevði ein foreldradag í fjør, áðrenn skúlin byrjaði, og ætlanin er eisini at hava ein slíkan dag í ár, helst í mai. Bæði næmingar og foreldur skulu vita, at næmingurin, sum kemur á eftirskúla á Tvøroyri, er í góðum hondum. Skúlastjórin er eisini farin á eina ferð kring um á stóru skúlunum í Føroyum at greiða frá eftirskúlatilboðnum á Tvøroyri.

- Okkara mál er, at eftirskúlin er savnandi og mennandi, soleiðis at skúlin kann vera við til at menna hugflog, styrkja lívsvirði og menna lívsførleikar hjá ungdóminum, sigur skúlastjórin, Pól Arni Holm.