USA, Kanada, Avstralia og Italia hava valt at seta fíggjarliga stuðulin til ST felagsskap fyri palestinsk flóttafólk í Miðeystri, UNRWA, á pausu.
Tað verður gjørt, eftir at tað í gjár kom fram, at fleiri starvsfólk hjá hjálparfelagsskapinum eru undir mistanka fyri at hava verið uppi í álopinum hjá Hamas á Ísrael 7. oktober, skrivar tíðindastovan AFP.
Sambært amerikanska uttanríkisráðnum er talan um 12 starvsfólk.
USA boðað sum fyrsta landið í gjár frá, at tað av hesi orsøk fór at steðga stuðlinum fyribils. Tað upplýsti landsins uttanríkisráð sambært Reuters.
– Uttanríkisráðið hevur fyribils sett fígging til UNRWA á pausu, meðan vit kanna ákærurnar og tey stey, sum ST fer at taka, sigur talsmaðurin Matthew Miller í einum boðum.
Kanadiski ráðharrin fyri altjóða menning, Ahmed Hussan, upplýsti somuleiðis í gjár, at landið »fyribils hevur sett fíggingina til UNERWA á pausu, meðan felagsskapurin ger gjøllar kanningar av ákærunum.
– Kanada tekur hesar ákærur í sera stórum álvara. Vit arbeiða tætt saman við UNRWA og øðrum veitarum um hesar trupulleikar, skrivar hann á X sambært AFP.
Í dag hava eisini Avastralia og Italia gjørt av at fylgja amerikonsku og kanadisku avgerðini. Tað upplýsir avstralski uttanríkisráðharrin, Penny Wont, og tialski uttanríkisráðharrin, Antonio Tajani, á X.
Aðalskrivarin í UNRWA Philippe Lazzarini segði í gjár, at felagsskapurin hevur koyrt fleiri starvsfólk úr starvi, sum eru ákærd fyri at hava tikið lut í álopinum hjá Hamas 7. oktober.
UNRWA hevur sett í verk eina kanning av hesum starvsfólkum, eins og ST fer at gera ein óhefta kanning.
Ísraelski uttanríkisráðharrin, Israel Katz, skrivar í dag á X, at Ísrael fer at royna at steðga arbeiðinum hjá UNRWA í Gaza.
Danmark hevur biðið UNRWA um »eina skrivtliga frágreiðing« í sambandi við máli um mistonktu starvsfólkini.
Tað upplýsit ráðharrin fyri menningarsamstarvi og altjóða veðurlagspolitikki, Dan Jørgensen, fyri Ritzau í gjárkvøldið.
– Tað skal henda sum skjótast og við fullum gjøgnumskygni. Grundað á kanninginga fara vit at meta, um tørvur er á fleiri stigum í samstarvi við ES og ES londum í somu støðu, sigur han í viðmerkingini.
Fleiri flokkar í donsku andstøðuni, eitt nú Danmarksdemokratarnir og Liberal Alliance, siga í dag við TV2, at eisini tey vilja fyribil steðga fíggjarliga stuðlinum til UNRWA.
/ritzau/
##med2##