Stríðið í Sýrialandi hevur tikið eina heldur harðliga vend, og ST leggur nú fleiri lond undir at elva til meiri deyða og oyðing har við at lata teimum stríðandi pørtunum vápn. ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, sigur, at hetta kann elva til hættisligar avleiðingar, sum eingin hevði givið sær far um frammanundan.
ST og fleiri lond í Vesturheiminum hava lagt Iran undir at lata sýriska stjórnarherinum vápn, og stjórnin í Damaskus hevur skuldsett Saudiarabia og Qatar fyri at vápna uppreistrarmenninar.
-Tey, sum lata pørtunum vápn, viðvirka til enn størri neyð og økja samstundis vandan fyri ótilætlaðum avleiðingum, samtíðis sum bardagarnir harðna og breiða seg, sigur Ban Ki-moon.
Óheftir serfrøðingar, sum ST-trygdarráðið hevur sett at hava eftirlit við tiltøkunum ímóti Iran, hava fleiri ferðir avdúkað, at Iran letur sýrisku stjórnini vápn.










