Fleiri løntakarar í privatu vinnuni

Tað eru alsamt fleiri løntakarar í Føroyum og vøksturin er í privatu vinnuni

Talið á løntakarum er vaksið í seinastuni og í august í ár vóru 23.788 løntakarar í Føroyum.

 

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Uppgerðin vísir, at hetta er triði mánaði á rað, at talið á læntakarum veksur eftir fallið í vár, og nú er talið tað hægsta síðani í juni 2012.

 


Tá hugt verður eftir løntakarum eftir vinnugrein, sæst, at tað er í privatu vinnuni, at vøksturin er.

 

Í privatu tænastuvinnunum vóru 168 løntakarar fleiri í august í ár, samanborðið við august í fjør.

 

Framgongdin er 2,1%.

 

Verður hinvegin samanborðið við 2011, er bert talan um lítla broyting.

 

Í hinum høvuðsvinnugreinunum er lítil afturgongd, sigur Hagstovan.