Fleiri línuskip landa mánadagin

Mánadagin koma fýra ella fimm línuskip inn at landa, og seinni í vikuni koma væntandi nøkur línuskip aftrat.

Mánadagin koma fýra ella fimm línuskip inn at landa. Eitt kemur undan Íslandi og eini trý ella fýra koma undan Føroyum.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at skipini hava mest av toski, hýsu og so nakað av longu og brosmu.

 

- Seinni í vikuni koma helst nøkur línuskip aftrat inn at landa, bæði undan Íslandi og undan Føroyum.

 

Lagt verður aftrat, at skipini, sum koma seinni í vikuni, eisini hava mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Eitt skip hevur tó mest av svartkalva.

 

Møguliga landar okkurt línuskip í Íslandi.

 

Um útlitini til útróður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at streymurin í byrjanini av vikuni verður harður, men hann batnar, sum vikan gongur.

 

- Veðrið verður gott, og vit vænta tí nógvan útróður, verður lagt aftrat.