Fleiri línuskip landa í næstu viku

Útlitini til útróður í næstu viku eru einki serlig. Streymurin verður brúkiligur, men veðurútlitini eru einki serlig.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey tvey línuskip undan Íslandi mánadagin. Skipini hava eina blanding av longu, brosmu og toski umframt nakað av øðrum fiskasløgum.

 

- Seinni í vikuni koma helst eini tvey ella trý línuskip aftrat inn at landa. Eitt kemur undan Føroyum og hevur mest av longu og brosmu, eitt kemur aftrat undan Íslandi og eitt av Íslandsrygginum.

 

Um útlitini til útróður, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin verður brúkiligur, men veðurútlitini eru einki serlig. Tí verður heldur ikki roknað við nøkrum serligum nøgdum av útróðrarfiski í næstu viku.