Fleiri línuskip koma inn at landa

Øll ísfiskalínuskipini hava verið undir Føroyum og hava nógv mest av toski og hýsu.

- Fleiri ísfiskalínuskip koma inn at landa í næstu viku. Øll hava verið undir Føroyum og hava nógv mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at flestu línuskip koma inn at landa síðst í vikuni, men onkur landar longu mánadagin.

 

- Frystilínuskipini eru øll til fiskiskap, eitt við Eysturgrønlandi, eitt við Ísland, og eitt er undir Føroyum. 

 

Um útróður verður sagt, at streymurin verður harður alla vikuna, og veðrið verður heldur ikki gott.

 

- Vit vænta tí ikki nakran serligan útróður í næstu viku, verður lagt aftrat.