Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey fleiri línuskip seint í vikuni sum kemur. Skipini hava mest av toski, hýsu og nakað av longu og brosmu.
- Tvey línuskip eru undir Ísland, og tey fara væntandi at landa har yviri eisini. Skipini undir Íslandi fáa mest av toski, hýsu og longu. Eitt frystilínuskip er eisini undir Íslandi.
Um útlitini til útróður í vikuni, sum kemur, veit Fiskamarknaður Føroya at siga, at streymurin verður góður, men fer at harðna, sum vikan gongur.
- Veðurútlitini eru hampilig, og tí vænta vit, at nakað verður av útróðrarfiski, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.