- Fleiri línuskipini eru til fiskiskap, og helst fara onnur út um vikuskiftið. Næstan øll fiska tosk og hýsu, men onkur er, sum fiskar mest av longu og brosmu.
Fiskamarknaður Føroya sigur, at fiskiskapurin hjá flestu línuskipum undir Føroyum er heldur smáligur, men onkur er, sum letur betri at.
- Vit vænta eini fimm ella seks línuskip inn at landa mánadagin. Hinvegin er meira ivasamt, hvussu verður seinni í vikuni.
Marknaðurin veit at siga, at eitt línuskip hevur verið á Flemish Kap og kemur inn at landa mánadagin. Línuskipið er Váðasteinur.
Tvey onnur línuskip eru á veg yvir á Flemish Kap, og her kann in.fo leggja aftrat, at annað av hesum skipum er nýggi Klakkur, og hitt er Kambur.