Tvey línuskip eru undir Íslandi. Tey fiska mest longu, tosk og hýsu. Skipini fáa eisini nakað av kongafiski.
- Línuskipini, sum eru undir Íslandi, landa helst síðst í vikuni, sum kemur.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at tvey onnur línuskip, sum frysta veiðina umborð, eisini eru undir Íslandi.
- Eitt línuskip roynir á djúpum vatni eystan fyri og fiskar svartkalva - og eitt er vestan fyri og fiskar tosk og hýsu. Hesi bæði skipini landa helst mánadagin.
Lagt verður aftrat, at trý línuskip eru sunnan fyri og fiska mest brosmu og longu.
- Annað av hesum skipum landar í vikuni sum kemur - og hitt skipið landar helst í aðru viku, sigur Fiskamarknaður Føroya.