Fleiri leikir á Dramaverkstaðnum

Um vikuskiftið hava fleiri leikir verið framførdir á Dramaverkstaðnum á Hálsi í Havn.

Fríggjakvøldið var tað bólkurin Rótin (14 næmingar, 13 til 16 ára gamlir), sum spældi leikin Chit Chat, sum snýr seg um Hildur, sum elskar at tjatta á netinum, og hóast øll hon kennir ávara henni móti at gera tað og at hitta onkran av teimum, hon tjattar við, so lurtar hon ikki eftir teimum. Næmingarnir í flokki hennara gera tí av at gera okkurt fyri at støðga Hildur, áðrenn tað endar galið.

Í gjár var tað bólkurin Aksið (14 næmingar, 11 til 12 ára gamlir), sum spældi leikin Tannáringamyndir. Hetta er ikki vanligur sjónleikur, men ein røð av "myndum", sum samlað siga eina søgu um trupuleikarnar børnini dragast við, tá tey broytast frá at vera børn til at vera hálvvaksin.

Eisini bólkurin Spírin (11 næmingar, 10 til 11 ár gamlir) spældi leikin Snjóhvíta í gjár. Tey flestu kenna søguna um Snjóhvítu, sum verður tveitt á dyr av fosturmammuni, men børnini í Spíranum spældu ein stuttan improviseraðan variant, sum er øðrvísi enn tann vanliga søgan.

Bólkurin Fræið (10 næmingar, 7 til 9 ára gamlir) hava improviserað ein leik, saman við læraranum, út frá søguni um Gullhár. Tað er um gentuna, sum fer at vitja bjarnirnar í skóginum. Í sjónleikinum eru tað fleiri gentur, sum allar eita Gullhár, og har eru eisini fleiri bjarnir enn í søguni.

Venjingarnar hjá Dramaverkstaðnum eru av á hesum sinni og byrja tær aftur í heyst.