Fleiri landsstýrisfólk í feriu hóast stórmál eru á skrá

Meðan stórmál eru til viðgerðar á Løgtingi, eru fleiri samgongufólk farin at ferðast.

Rættað klokkan 16.00 3. juli. Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkismálum, var upprunaliga nevndur í hesari grein, men hann er ikki farin í feriu, men er uttanlands í arbeiðsørindum.

 

 

Meðan størsta politiska mál í nýggjari tíð skal til 2. viðgerð á Løgtingi í vikuni, eru í øllum førum trý landsstýrisfólk farin í feriu. Bæði Aksel V. Johannesen, løgmaður, Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, eru farin í feriu. 

 

Tað hevur elvt til nakað av atfinningum í løgtinginum og fyri løtu síðani kom ein áheitan frá andstøðuformonnunum á Páll á Reynatúgvu, løgtingsformann. Teir fýra skriva, at tað er óhoyrt og sjáldan - um nakrantíð - komið fyri, at Løgtingið at kalla ikki er farið í summarfrí, áðrenn nýggja setan byrjar. 

 

 

- Meðan løgtingsmenn framvegis eru til arbeiðis væl inn í juli mánað, er betri statt hjá landsstýrismonnum. Fleiri fráboðanir eru sendar løgtingsmonnum um, at landsstýrismenn eru burturstaddir í summarfrí. Hetta hóast nógv tingmál ikki eru liðugt viðgjørd í løgtingsnevndum, har tað í flestu førum er neyðugt at innkalla landsstýrismenn fyri at svara spurningum og lýsa málini, skriva andstøðuformenninir. 

 

Tí mótmæla teir til tingformannin í dag. 

 

- Vit mótmæla, at samgongan á hendan hátt toyggir og bendir galdandi skipanir og siðvenjur út um øll sømilig mørk fyri at fremja kollveltandi samfelagsbroytingar í hægstu summarfrítíð við minst møguligum meiriluta aftanfyri seg. Og enntá meðan týðandi politikarar í smølu samgonguni eru burturstaddir fyri at njóta sól og summar í útlondum, skriva teir og heita á Páll á Reynatúgvu um at taka neyðug stig fyri at steðga ruðuleikanum. 

 

 

Aksel V. Johannesen sigur tó, at øll landsstýrisfólkini eru at fáa fatur á á telefon og teldu, men tað er torført at gita seg fram til, at hetta skuldi henda. Og tá ið frítíðin er løgd til rættis fyri langari tíð síðani, so er trupult at gera nakað við tað. 

 

- Tað er løgtingið, sum skal viðgerða málið nú, og samgongan er samd um, hvat henda skal. Síðani hevur tað týdning, at Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri er til staðar, men restin av landsstýrinum nýtist ikki at vera til staðar, sigur løgmaður. 

 

Spurdur um tað ikki er eitt óheppið tíðspunkt at fara í feriu, nú fleiri týðandi mál eru hjá landsstýrisfólkunum at taka støðu til sigur løgmaður, at tað altíð eru umráðandi mál í samfelagnum, og tí er vónleyst at leggja frítíðina eftir tí.