Fiskivinna
Á landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará vænta tey, at í minsta lagi fimm skip koma inn at landa hesa vikuna. Tann fyrsti verður helst Vesturland, sum roynir við gørnum. Seinni í vikuni koma so eisini Stelkur og Bakur og Trastur og Skarvur.
Ragnar Olsen sigur, at tað er ikki óhugsandi, at onnur skip eisini verða landaði á Beta, sum vikan líður.
Í síðstu viku landaði Beta eisini nøkur skip, og millum hesi var Váðasteinur, sum er á hesi myndini.
Smáur upsi
Ragnar sigur annars, at lítið er at fáa av stórum og góðum upsa, sum hevur ein hampiligan prís.
- Ein 50-75% av veiðini hjá skipunum er upsi 4, sum liggur rundan um tríggjar krónur fyri kilo.
Hann sigur, at einar 4-5 krónur fáast fyri kilo av upsa 1, men tað er so forsvinnandi lítið av hesum fiski uppí í veiðini.
- Eg veit ikki, um vit yvirhøvur kunnu tosa um prosentir av upsa 1, tá ið 50-75% av veiðini er upsi 4.
Hvítur fiskur
Ragnar sigur, at nógvir trolarar royna eftir hvítum fiski, tí upsafiskiskapurin gevur so lítið.
Heldur ikki, nú vártíð er, og fiskurin gýtir, er nakar bati at tosa um í støddini á upsa.
- Skipini royna at fáa fatur á tí frægara upsanum, sum hevur betri prís, men sum skilst, er lítið av hesum fiskinum uppi í veiðini. Tí liggja fleiri trolarar og fiska hvítan fisk, nú vártíð er, sigur Ragnar Olsen.