Tvey línuskip eru til fiskiskap í íslendskum sjógvi. Annað skipið frystir fiskin umborð, og hitt ísar og kemur heim at landa um eina lítla viku ella so.
- Eitt línuskip er til fiskiskap á djúpum vatni undir Føroyum, eitt er á Reykjanesrygginum, og eitt línuskip er farið til Grønlands at fiska.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at øll hini línuskipini liggja, og óvist er, nær tey loysa aftur.
Um útlitini til útróður, verður sagt, at streymurin verður harður í byrjanini av næstu viku, men hann batnar, sum vikan gongur. Útlit eru til eitt sløð av útróðrarfiski í næstu viku.










