Fiskamarknaður Føroya sigur í sínum metingum fyri komandi viku, at fleiri línuskip koma inn at landa og helst koma eini fýra ella fimm longu mánadagin. Línuskipini, sum eru úti, fáa mest tosk og hýsu, og nøkur eru á djúpum vatni og fiska brosmu og longu.
Fiskamarknaður Føroya sigur í sínum metingum fyri komandi viku, at eini fýra ella fimm línuskip koma inn at landa mánadagin, og okkurt kemur eisini seinni í vikuni.
Metingarnar um útróður eru, at streymurin er hampuligur í vikuni, men at veðrið sær heldur ivasamt út teir næstu dagarnar.
- Útlitini til seinnapartin í vikuni eru betri, og tí væntar Fiskamarknaður Føroya, at frægast verður við útróðri seinni í vikuni.
Fiskamarknaður Føroya sigur um djúpvatnstrolararnar, at bara hin eini er til ?vanligan? fiskiskap. Hesin fiskar kongafisk og svartkalva. Hinir antin partrola ella eru á djúpum vatni og fiska.
Partrolararnir hava góðan fiskiskap og koma inn gjøgnum vikuna. Fleiri trolbátar eru eisini úti og allir fiska eftir havtasku. Teir flestu eru væntandi inni miðskeiðis í vikuni.
Garnaskipini fiska havtasku. Eitt skip kemur inn at landa mánadagin, og hini bæði koma helst mikudagin ella hósdagin.
Hetta er tað, sum Fiskamarknaður Føroya sigur í sínum metingum fyri komandi viku.










