Fleiri línuskip landa hesa vikuna

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at eini fýra ella fimm línuskip fara at landa í dag. Tvey av skipunum hava fiskað tosk og hýsu, tvey hava brosmu og longu, og eitt skip hevur verið á Rygginum og hevur tosk, svartkalva og blálongu.

- Seinni í vikuni koma eisini línuskip inn at landa, sum hava fiskað brosmu og longu undir Føroyum, og tvey koma undan Íslandi, eisini við brosmu, longu og nakað av toski.

Fiskamarknaðurin veit at siga, at eitt línuskip kemur inn at landa síðst í hesi vikuni við tosk og hýsu, og enn eitt línuskip kemur helst við blálongu og svartkalva.

Roknað verður ikki við nøkrum serligum útróðri hesa vikuna, tí streymviðurskiftini eru einki serlig, og útlitini til veður eru tað ei heldur. Kemur kortini nakar útróðrarfiskur upp á land, verður tað helst toskur og hýsa.

- Tað eru bara tveir djúpvatnstrolarar til fiskiskap í løtuni. Teir fiska mest upsa, men veiðan er smálig. Skipini koma møguliga inn at landa síðst í hesi vikuni. Væntandi er, at onkur av djúpvatnstrolarunum, sum eru inni í løtuni, fara útaftur í hesi vikuni.

Flestu partrolarar eru á upsaveiði, men eisini hjá teimum er fiskiskapurin smáligur. Skipini koma inn, sum vikan gongur.

Um teir smáu trolararnar, veit Fiskamarknaður Føroya at siga, at ein trolbátur er á Skeivabanka og fær eina blanding av toski, upsa, longu, hvítingi og nakað av havtasku. Tveir partrola eftir upsa.

- Væntandi koma trolbátarnir inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni.

At enda verður sagt, at trý garnaskip eru til fiskiskap. Ein fiskar svartkalva eystan fyri og landar í dag. Ein fiskar havtasku og landar væntandi miðskeiðis í vikuni.

- Triðja garnaskipið fiskar svartkalva og frystir veiðina umborð, sigur Fiskamarknaður Føroya.