Fleiri løntakarar í Føroyum

Men vøksturin er ikki eins stórur og áður

Hóast tað framvegis er vøkstur í talinum á løntakarum í Føroyum, so er vøksturin spakuligari, enn hann hevur verið.

Nýggjastu tølini hjá Hagstovuni vísa, at í september vóru um 26.900 løntakarar, og tað eru um 250 fleiri enn enn fyri einum ári síðani ella ein vøkstur á 1 prosent.

Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at hóast tað enn leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum, so veksur løntakaratalið munandi spakuligari enn tað hevur gjørt. Serliga hetta seinasta árið hevur ferðin ikki verið tann sama.

##med2##

Í september vóru um 13.850 menn og 13.050 kvinnur í løntakaraskaranum. Hjá monnum vaks løntakaratalið við 1,3% og hjá kvinnum 0,6% í mun til septembermánað í fjør.

Hóast vøkstur, so er løntakaratalið hjá bæði monnum og kvinnum ikki vaksið við somu ferð - serliga hjá monnum hevur vøksturin verið avtakandi seinastu mánaðirnar.

Meðan løntakaratalið er vaksið 1,9 prosent innan almennar tænastur og 3,5 prosent innan fiski- og tilfeingisvinnu, er løntakaratalið minkað 0,1 prosent í byggivinnu og 0,7 prosent í privatu tænastuvinnum.