Talið av løntakarum í apríl mánaði í ár var 26.155. Hagstovan skrivar, at somikið nógvir løntakarar ongan tíð áður hava verið í Føroyum. Vøksturin í mun til apríl mánað í 2007 er 435 løntakarar ella 1,7%. Sjálvt um samlaða gongdin vísir ein vøkstur uppá 1,7%. So er gongdin innan vinnugreinarnar ymisk. Í fiskivinnuni og øðrum ráevnisvinnum eru 5,1% færri løntakarar nú. Í byggivinnuni eru hinvegin 5,9% fleiri løntakarar enn sama tíðarskeið í fjør.











