Fleiri lána frá Suðuroyar Sparikassa

Ein vøkstur í inn- og útlánum ger, at Suðuroyar Sparikassi hevur eina millión í yvirskoti fyrra hálvár í ár.

 

Bankarnir merkja sum vera man eisini, at tað gongur betri í føroyska búskapinum. Í dag kunnger Suðuroyar Sparikassi, at fíggjarstovnurin hevur eina millión í yvirskoti fyrra hálvár í ár. Orsøkin er ein vøkstur í bæði inn- og útlánum. Solvensur bankans er styrktur úr 14,4 prosentstigum til 14,6 prosentstig.

- Tað byrjar meiri og meiri at líkjast teimum stuttligu tíðunum í 2005 til 2008, tá ið alt gekk sera skjótt og gott. Hesa ferð er tað tó tað almenna, ið gongur á odda við risastórum íløgum. Ein kennir ein ávísan ófrið á sær, tá ein hugsar um framtíðina. Eru vit komin hartil, at tað byrjar at ganga ov skjótt, spyr Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.

 

Suðuroyar Sparikassi ávarar tó um, at í ávísum økjum í landinum eru enn stórar avbjóðingar, serliga sunnanfjørðs. Leiðsla sparikassans heldur tí, at landsstýrið eigur at seta tiltøk í verk fyri at forða fyri, at Føroyar verða býttar upp í eittt A- og B-øki.

- Suðuroyar Sparikassi er tískil við jaligu gongdini í huga byrjaður at vera meiri varin við alt ov stórum vøkstri í okkara útlánum og ansar væl og virðiliga eftir, at lúka øll krøv frá Fíggjareftirlitinum, skrivar leiðslan.

 

Suðuroyar Sparikassi væntar eitt úrslit áðrenn skatt á 1,2 milliónir krónur fyri 2016.