Næstu mánakvøldini fer Miðlahúsið í Vágsbotni at vera karmur um almenna fundarrøð, sum tinghellu redaktiónin á Sosialinum skipar fyri. Útgangsstøðið er politiski veruleikin og so dreymarnir og veruleikin, sum tey, ið hava ábyrgd av almennum virksemi og harvið umsita almennar pengar, hava og standa í.
Løgmaður helt sína røðu á Ólavsøku. Í løtuni verður fiskidagaskipanin viðgjørd, og um ein stóran mánað verður fíggjarlógaruppskotið fyri 2006 lagt fram.
Fundarrøðin í Miðlahúsinum er eitt nú ætlað at geva politikarunum íblástur frá teimum, sum liva undir karmunum, sum politiski myndugleikin setur.
Leisturin er tann, at fyrst fara tvey fólk at bera sína løgmansrøðu fram. Aftaná fara tey at vera í orðaskifti við tveir politikarar ein fyri samgonguna og ein fyri andstøðuna. Roknað verður við aktivum fundarluttakarum, sum fáa møguleika at taka lut í orðaskiftinum.
Fyrsti fundurin verður nú mánakvøldið 15. august, og tá er mentan og gransking á skránni ella partar av fíggjarlógini, sum mentunarnevndin hjá Løgtinginum arbeiðir við. Tjóðpallurin er fyri stuttum komin á fíggjarlógina, og landsstýrið hevur boðað frá, at ætlanin er at leggja nógv meiri í granskingina, enn tað higartil hevur verið gjørt.
Mánakvøldið fara Jenny Petersen, stjóri á Tjóðpalli Føroya, og Rúna Hilduberg, stjóri í Granskingarráðnum, at halda sínar løgmansrøður. Fyri samgonuna fer John Johannesen at luttaka, og andstøðutingmaðurin verður Finnur Helmsdal.
Fundurin verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni klokkan 19.30, og tað verður Kári á Rógvi, sum fer at vera orðstýrari.










