Fleiri kvinnur skulu hava ávirkan

? Eitt land kann ikki kalla seg demokratiskt, um ikki bæði kynini hava somu politisku ávirkan, heldur íslendski umhvørvis- og samstarvsráðharrin, Siv Friðleifsdóttir, sum eggjaði føroysku politisku ungmannafeløgunum at virka fyri javnstøðu

Eirikur Lindenskov


Siv Friðleifsdóttir er ein av trimum kvinnuligum ráðharrum í 12-manna stjórnini hjá Dáviði Oddson. Hon er 37 ára gomul og varð vald á ting í 1995. Hon hevur fleiri ferðir verið í Føroyum áður, bæði sum batnmindonleikari og sum virkin í ungdómsarbeiði. Hon gjørdist ráðharri umboðandi Framsóknarflokkin, tá Dávið Oddson skipaði nýggja stjórn eftir alÞingsvalið í mei.

Sum virkin í ungdómspolitikki í Íslandi lá tað henni á hjarta eisini at stríðast fyri javnstøðu. Og áðrenn valið varð útskrivað fyrr í ár eydnaðist tað henni at fáa uppskot samtykt í AlÞinginum um at seta eina nevnd við umboðum úr øllum flokkum at virka fyri, at fleiri kvinnur í Íslandi fingu politiska ávirkan.

? Tá valið varð útskrivað fóru vit í gongd við herferðina, tí eitt land er ikki rættuliga demokratiskt, um ikki bæði kynini eru eins væl umboðað, greiddi Siv Friðleifsdóttir frá á tíðindafundinum í Tinganesi hósdagin, sum eisini var ein fundur við politisku ungmannafeløgini, sum Siv hevði ynskt at hitt.

Hon segði, at í gamla AlÞinginum vóru bert 25% kvinnur, og í stjórnini var bert ein kvinna og níggju menn.

Fyri at fáa rættuliga tyngd í herferðina valdu tey at brúka tungar politikarar í blað- og sjónvarpslýsingum. Tann eina plakatin vísti sjálvan forsætisráðharran, Dávið Oddson, sum sat á einum stóli - skóleysur, við einum høghælaðum konufólkaskógvi í hondini. Og teksturin sigur: ? Vit kunnu ikki ganga í hennara sporum?

Ein onnur plakat vísti formannin í Framsóknarflokkinum, uttanríkisráðharran Haldur Ásgrímson, sum stóð við einum nylonsokki í hondini - og segði: ? Tær síggja nógv, sum vit ikki síggja?

Allir teir politisku leiðararnir í Íslandi vórðu á hendan hátt brúktir í herferðini, sum varð sera nógv umrødd millum manna.

Siv Friðleifsdóttir heldur, at herferðin gav úrslit, tí talið av kvinnum í alÞinginum vaks frá at vera 25% til at vera 35%. Í ríkisstjórnini, sum skipað varð aftan á valið eru tríggjar kvinnur og níggju menn. Og seinni í valskeiðnum verður ein maður skiftur um við eina kvinnu, hevur formaður Framsóknarfloksin boðað frá.

Siv Friðleifsdóttir legði kortini afturat, at tað sjálvandi ikki ber til at gera somu herferðir í øllum londum, men við hesum vildi hon greiða umboðunum fyri politisku ungmannafeløgunum frá, at um tey veruliga vilja gera slíkar broytingar, so ber tað vil. Hon helt tað vera sera umráðandi at eisini tey ungu taka upp kjakið um javnstøðu, tí annars fáa vit ikki broytt hugburðin, segði hon.