Fimti hvør stjóri og fjórði hvør nevndarformaður í íslendskum vinnufyritøkum er kvinna. Heilt neyvt vísa tølini, at 21 prosent av stjórunum og 24 prosent av nevndarformonnunum eru kvinur.
Hagstovan í Reykjavík, sum hevur gjørt uppgerðina, sigur, at tað er serliga í teimum smáu fyritøkunum, at kvinnurnar eru væl umboðaðar á ovastu rók, og at tær gerast færri, tess størri fyritøkurnar eru. Hinvegin vísa tølini, at kvinnurnar hava fingið munandi betri umboðan í leiðslunum tey seinastu árini í fyritøkum, sum hava meiri enn 250 starvsfólk, og talið er tvífaldað síðani 2010.
Hagtølini vísa eisini, at í nýggjum fyritøkum eru ungar kvinnur væl umboðaðar í leiðsluni.










