Fleiri kvinnur í nevndirnar

ES-kommiserurin í lógarmálum, Viviane Reding, heldur, at tað gongur ov seint við at fáa feløg og stovnar at velja kvinnur í sínar nevndir. Men nú skal hesin ójavnin millum kynini beinast av vegnum, og tí hevur hon lagt fram eina fimm ára ætlan, sum skal tryggja javnstøðu millum kvinnur og menn, tá nevndir skulu veljast.

-Hetta áttu feløgini at loyst, og tað eru eisini mong, sum hava tikið stig tann rætta vegin. Men kunnu feløgini ikki loysa uppgávuna av sínum eintingum, noyðast vit at seta í verk tiltøk, sum tryggja kvinnur pláss í nevndum og stjórnum, sigur Viviane Reding.

Tøl hjá ES-nevndini vísa, at í bara 10 prosent av nevndarlimunum í samveldinum eru kvinnur. Tá talan er um nevndarformenninar, eru bara trý prosent kvinnur.

Í vár fer Viviane Reding at tosa við fleiri av teimum stóru fyritøkunum í Evropa fyri at vita, hvussu spurningurin um javnstøðu í nevndar- og stjórnarhøpi kann loysast, skrivar DR.