Fleiri kvinnur fingið arbeiðið seinasta árið

Tey flestu nýggju arbeiðsplássini hetta seinasta árið, eru mannað við kvinnum

Hetta seinasta árið er talið á løntakarum í Føroyum, økt 590 løntakarar Og teir flestu av teimum eru kvinnur.

Hagstovan hevur gjørt upp, at í september vóru 24.848 løntakarar í Føroyum, og tað eru 590 fleiri enn um sama mundið í fjør.

 

Tann størra helvtin av løntakarum er menn, og fyrr í ár hevur størri parturin av framgongdini verið til mannfólk.

 

Men seinastu tveir mánaðirnar er størri parturin av framgongdini farin til kvinnurnar, sigur Hagstovan.

 

Tilsamans vóru 12.127 kvinnur løntakarar í september í ár og tað eru 323 fleiri enn fyri einum ári síðani. Framgongdin er sostatt 2,7 prosent.

 

Mennirnir eru nakað fleiri í talið, tí 12.874 av løntakarunum eru menn. Men hetta einasta árið hevur framgongd av mannligum løntakarum verið nakað minni, 267 í tali, og tað svarar til ein vøkstur upp á 2,1 prosent.

 

Hetta seinasta árið eru sostatt fleiri kvinnuligir løntakarar lagstir afturat, enn mannligir, annars eru tað mannfólkini, sum eru farin við vøkstrinum.