Fleiri kvinnur enn menn í sponsku stjórnini

Fyri fyrstu ferð eru kvinnurnar í meiriluta í einari spanskari stjórn Tá spanski sosialistaleiðarin, José Luiz Rodriguez Zapatero, almannakunngjørdi sína nýggju stjórn í dag, vóru fleiri kvinnur enn menn á ráðharralistanum.

Níggju kvinnur og átta menn manna stjórnina. Tað mest óvæntaða var, at ein kvinna er verjumálaráðharri, og tað hevur Spania ikki havt fyrr. Nýggjur verjumálaráðharri er tann 37 ára gamla Carme Chacon.

Við at velja fleiri kvinnur í stjórnina hevur Zapatero hildið sítt vallyfti um at tryggja javnstøðu í politisku leiðsluni.