Talið av kvinnuligum dómarum í Føroyum økist, nakað, ið vísti seg aftur í kvinnuligu steypakakappingini, har tað vóru kvinnuligir dómarar á fyrsta sinni.
Elsa Andreasen, 31, var á øðrum sinni dómari í steypafinaluni. Hon hevur verið dómari í sjey ár og fegnast um at fáa fleiri kvinnuligar starvsfelagar.
- Tað er gott fyri føroyskan fótbólt, at fleiri kvinnur gerast dómarar. Mær dámdi væl at døma hendan dystin. Vit avtalaðu framman undan, at vit ynsktu dystin at flóta so væl sum gjørligt, og eg haldi at tað eydnaðist, sigur Elsa Andreasen, sum ikki gav nøkrum leikata kort í finaluni, sum KÍ vann 5-1 á ÍF.
Elsa Andreasen verður mett sum góð fyrimynd hjá ungum kvinnum, ið ætla sær at gerast dómarar. Hon ynskir nú at taka eitt stig víðari og døma altjóða dystir.
- Mær dámar væl at døma og eg kenni, at leikararnir góðtaka mínar avgerðir á vøllinum. Eg ynski at menna meg enn meira, og vegurin er at døma kvinnuligar EURO og HM undandystir. Og einkvinnuligur Champions League dystur hevði heldur ikki verið so galin, sigur Elsa Andreasen.
Høvundur: Leivur Frederiksen í blaðnum, UEFA • direct