Fleiri kvinnuligir borgarstjórar

Nú nærum allar kommunurnar hava skipað seg, er greitt, at talið á kvinnuligum borgarstjórum er hægri enn í seinastu setu.

Meðan 34 prosent av kommunustýrislimunum um landið eru konufólk, eru tað einans 24 prosent av borgarstjórunum, sum eru kvinnur. Av teimum 29 kommunum kring landið, eru 6 kvinnuligir borgarstjórar. Fyrivarni skal tó takast við, at hvørki Ammalia í Frammistovu í Fugloy ella Annika Olsen í Havn eru valdar sum borgarstjórar fyri komandi setu enn, men mest sannlíkt vera tær borgarstjórar.

 

Talið á kvinnuligum borgarstjórum er tó økt í mun til farnu setu. Tá vóru fimm kvinnuligir borgarstjórar. Tær vóru Eyðdis Ellendersen í Fámjin, Ammalia í Frammistovu í Fugloy, Katrin Næs í Hvannasundi, Sóleyg Klettskarð í Kongsstovu í Kunoy og Rósa Samuelsen í Vága kommunu.

 

Eyðdis Ellendersen fall á valinum í Fámjin, Katrin Næs stillaðu ikki uppaftur og Rósa Samuelsen, tó at hon bleiv toppskorari, endurvann ikki borgarstjórasessin, tí hin listin bleiv størri. Ammalia í Frammistovu og Sóleyg Klettskarð í Kongsstovu gjørdust báðar toppskorarar í sínum kommunum og varðveita borgarstjórasessirnar. Um altso, Ammalia í Frammistovu verður borgarstjóri í Fugloyar kommunu.

 

Nýggju kvinnuligu borgarstjórarnir eru Brynhild Sørensen í Húsavíkar kommunu, Irdi Jacobsen í Hvannasunds kommunu, Aimé Jacobsen í Sørvágs kommunu, Eyðdis Niclasen í Vága kommunu og Annika Olsen í Tórshavnar kommunu.

 

Í trimum kommunum tekur ein kvinna við sum borgarstjóri eftir ein mann. Í Sørvági tekur Aimé Jacobsen við eftir Suna Jacobsen. Í Havnini tekur Annika Olsen (væntandi) við eftir Heðin Mortensen og í Húsavík tekur Brynhild Sørensen við eftir Jákup Martin Sørensen.

 

Í tveimum kommunum tekur ein kvinna við eftir aðra kvinnu. Í Vága kommunu tekur Eyðdis Niclasen við eftir Rósu Samuelsen og í Hvannasundi tekur Irdi Jacobsen við eftir Katrin Næs.

 

Í einari kommunu tekur ein maður við eftir eina kvinnu. Tað er í Fámjin, har Jóanis Lisberg tekur við eftir Eyðdis Ellendersen.