Tey, ið enn ikki hava sæð vinnarauppskotið til miðbýin í Klaksvík, hava framvegis møguleika til tað.
Framsýningin av uppskotum um nýggjan miðbý hevur síðan Norðoyastevnu verið opin hvønn dag frá kl. 15 til 17, og hevur verið sera væl vitjað og hevur sum vera man elvt til nógv tos um hetta evnið.
Nú hevur kommunan avgjørt at hon verður opin tveir dagar aftrat, í dag og hósdagin 7. juni.
Á framsýningini ber til at síggja 30 av teimum íalt 154 uppskotunum um nýggjan miðbý í Klaksvík, og sjálvandi eisini vinnarauppskotið frá Ósbjørn Jacobsen og øðrum.
Sagt verður, at hetta er eitt gott høvi hjá skúlaflokkum at koma á gátt í býráðshøllini at síggja hesi uppskotini um framtíðar skipan av miðbýnum í Klaksvík.










