Fleiri koyrt ávirkað

Tíðliga fríggjamorgunin varð eitt ferðsluóhapp við eini knallert og einum persónsbili við krossin Tinghúsvegur-Bøkjarabrekka í Havn.
Knallertin kom av Tinghúsvegnum niðan ímóti Bøkjarabrekku og rendi inn í bilin, sum koyrdi niðaneftir. Tað vísti seg so seinni, at báðir førararnir vóru ávirkaðir av rúsdrekka.
Politiið í Havn upplýsir, at annars hava fleiri onnur eisini verið, sum hava koyrt ávirkað um vikuskiftið.
Ein bilur varð fríggjamorgunin stolin úr Grønulíð í Havn. Hann var seinni funnin aftur við Tekniska skúla í Smiðjugerði.
Í bátahylinum á Argjum hevði onkur brotið inn í ein bát, sum stóð á landi. Har var ein fløguspælari, ein antenna og tríggjar fløgur tiknar, og verður sagt av politistøðini, at gerningsmenninir eru enn ikki funnir.
Fleiri hava eisini sovið rúsin av sær niðri í brummuni. Neyva talið, hava vit tó ikki fingið upplýst.