Eitt gott føroyskt úrslit á Tórsvølli ímóti italsku heimsmeistarunum hevur helst syrgt fyri, at flest øll vóru í góðum lag, tá tey fóru í býin leygarkvøldið. Løgreglan í Havn hevði nevniliga ikki tað heilt stóra at gera um vikuskiftið.
Tó so, sjáldan fer eitt vikuskiftið fram við, uttan at nakað hevur verið á vási, og soleiðis var eisini hesa ferð. Onkrir rútar blivu brotnir runt um í býnum um vikuskiftið, og sunnukvøldið bleiv ein ungur maður skuldsettur fyri politiviðtøkurnar, eftir at hann hevði blakað ein pulvursløkkjara á eitt bál úti í Sandagerði. Tá løgreglan kom á staðið vildi ungi maðurin heldur ikki upplýsa navnið, og tí mátti hann ein túr á løgreglustøðina.
Fleiri tikin fyri rúsdrekkakoyring
Annars hevur vikuskiftið verið merkt av, at fleiri blivu tikin fyri rúsdrekkakoyring. Hetta byrjaði longu nakað eftir midnátt hóskvøldið, tá ein maður bleiv steðgaður í Vestmanna fyri rúsdrekkakoyring.
Nakað eftir kl. 20 fríggjakvøldið bleiv ein bilur steðgaður í miðbýnum í Havn, og førarin bleiv tikin fyri at koyra ávirkaður. Hetta gjørdist tó ikki seinastu ferð hetta kvøldið, at løgreglan steðgaði fólki fyri rúsdrekkakoyring.
Klokkan knapp fýra um náttina bleiv ein bilur steðgaður á Hoyvíksvegnum, har førarin bleiv tikin fyri rúsdrekkakoyring, og lítla løtu seinni bleiv ein annar bilur steðgaður á Ringvegnum, har førarin eisini var ávirkaður.
Í morgun bleiv enn ein bilur steðgaður á Eystaru Bryggju í Havn. Førarin var júst komin heim við Norrønu, og hann var ávirkaður, tá hann kom í land við bilin. Eisini hesin bleiv tikin av løgregluni.
So ígjøgnum alt vikuskiftið eru heili fimm fólk tikin fyri at koyra ávirkaði.