Fleiri koyra við kenning

Í fjør tók danska løgreglan 15.883 fólk, sum koyrdu við kenning, og tað var næstan 25 prosent fleiri enn fyri sjey árum síðani.

Men nógv bendir á, at tað er uppaftur verri í ár. Nordjyske Stiftstidende skrivar, at verður gongdin tann sama teir næstu mánaðarnar sum somu mánaðir í fjør, fer talið upp um 16.000 í ár. Tað merkir samstundis, at árið í ár verður tað ringasta síðani 1992.

Asger Lund Kristensen, sum er varaleiðari hjá ferðsluløgregluni, sigur, at løgreglan hevur lagt størri dent á at taka fólk, sum koyra við kenning, men hann sigur, at tað er kortini ikki tann einasta orsøkin til, at fleiri verða tikin. Hann vísir á, at síðani promillumarkið bleiv lækkað úr 0,8 í 0,5 fyri seks árum síðani, er talið á ávirkaðum bilførarum vaksið á hvørjum ári. Danska Ráðið fyri Ferðslutrygd sigur, at rúsadrekka er orsøkin til fjórðingin av ferðsluvanlukkunum á teimum donsku vegunum