Javnan hoyra vit, at løgreglan tekur bilførarar, sum koyra ávirkaðir við øðrum enn rúsdrekka.
Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í morgun er hetta hent tíggju ferðir higartil í ár.
- Hetta ljóðar nógv, nú vit eru so tíðliga í árinum, helt vaktleiðarin fyri uttan at hava neyv tøl fyri onnur ár við hondina.
Eftir midnátt í gjárkvøldið hevði løgreglan eisini eitt slíkt mál, og her var tað á leiðini við Skipaneskrossin í Eysturoy.
- Her varð enn ein bilførari tikin, sum nú verður skuldsettur fyri at vera rúsaður við øðrum enn rúsdrekka, sigur vaktleiðarin.
Løgreglan leggur aftrat, at í slíkum føri missir viðkomandi koyrikortið treytaleyst í tvey ár.