Vit fóru undir at útbúgva kommunulæknar í Føroyum fyri nøkrum árum síðani og at ætlanin tá, var at útbúgva tveir kommunulæknar árliga. Annar skuldi byrja í mars og hin september. Eingin er byrjaður síðani mars 2008 – hóast tríggir eru, sum sera fegnir vilja byrja beinanvegin og læknar eru, sum fegnir vilja hava teir í læru. Sonevndir tutorlæknar – also meiri royndir læknar.
Felags útbúgvingarkonto til allar læknar
Havi skilt, at orsøkin til at hesi ikki sleppa at byrja beinanvegin er, at kontoin sum skal rinda lesandi kommunulæknar verður rinda av einari útbúgvingarkonto undir landssjúkrahúsinum. Sama konto sum skal fíggja lønina hjá turnuslæknum, sum eru hjá kommunulækna umframt tey obligatorisku skeiðini hjá bæði turnuslæknum og læknum í kommunulæknaútbúgving. Peningurin er ikki tøkur, og tí er eingin byrjaður kommunulæknaútbúgvingina síðani mars 2008 sum skilst.
Vikararnir nógv dýrari
Vikararnir eru meir enn dupult so dýrir sum lækni, sum er í holt kommunulæknaútbúgvingina Eyðsæð er, at peningaliga loysir tað seg nógv betri at útbúgva kommunulæknar. Flestu vikarar eru uttan iva fínasta slag. Men flestøll ynskja, at tað er sami lækni vit koma til, tá okkum tørvar læknahjálp, heldur enn eitt nýtt andlit hvørja ferð.
Nú fari eg ikki at klandra løgmann fyri hetta, men - at siga siga at vit halda áfram at útbúgva kommunulæknar – tað er ikki veruleikin sæð úr mínum sjónarhorni!
Hvør skal rinda?
Áttu vit ikki at flutt rindanina fyri tey sum spesialisera seg í almennum medisini ella læra til kommunulæknar burtur frá einari konto sum er felags konto og heimahoyrandi á landssjúkrahúsinum? Og er tað ikki rímiligt, at garvaðu kommunulæknarnir, sum hava læknar í læru á seinasta útbúgvingarári ella í fasu 3 rinda ein part av lønini hjá nærumútbúna kommunulæknanum? Tað gera teir aðrastaðni og tað tykist púra rímiligt eftir mínum tykki.