Fleiri koma í arbeiðsørindum

Talið á hotellgistandi í arbeiðsørindum í Føroyum er vaksið við eini helvt, sigur Hagstovan.

Flestu gistingarnar á hotellum í Føroyum í 2018, 31%, vóru hjá fólki, sum eru búsitandi í Danmark. Síðani vóru 21% hjá føroyingum sjálvum, 20% hjá fólki úr øðrum Norðurlondum, onnur 20% hjá fólki úr øðrum londum í Evropa. So er eitt langt lop niður til teirra, ið koma úr londum uttan fyri Evropa, t.e. Asia, Amerika, Kyrrahavslond og Afrika við tilsamans 8%.

 

Umframt úr Danmark og Føroyum, ið eru langt ovast, koma tey úr nógvum ymiskum londum um okkara leiðir, serliga teim trimum norðurlondunum Noregi, Svøríki og Íslandi, men eisini Bretlandi, Týsklandi og Norðuramerika.

 

Størsti vøksturin í tali er hjá fólki, búsitandi í Føroyum, og lutfalsiga sera stórur vøkstur úr Íslandi, Svøríki og Norðuramerika. Merkisvert er eisini stóri vøksturin úr londum í Asia, sum er ein tvífalding í mun til 2017.

 

Í hagtølunum sæst eisini, hvussu innskrivingar hjá fólki á gistingarhúsum eru býttar eftir endamáli við ferðini. Her er endamálið býtt í tvey: frítíðar- ella starvsferð.

 

Her er ein merkisverd broyting hend frá 2017 til 2018 við eini umskaring millum talið av innskrivingum hjá fólki í frítíðarferð og fólki í starvsferð, soleiðis, at talið av starvsferðarinnskrivingum vaks við umleið 9.000 ella 52%, meðan talið av frítíðarinnskrivingum minkaði við umleið 8.300 ella 18%.