Fleiri koma aftan á Dean

Amerikanski veðurstovnurin væntar fleiri tropiskar ódnir í ár enn onnur ár

Tropiska ódnin Dean, sum kom inn at meksikonsku Yucatán-strondini í morgun, er tann fyrsta av sínum slagi í ár, men sambært amerikonsku veðurmonnunum fara fleiri tropiskir stormar og ódnir at gera um seg á somu leiðum í heyst. Veðurmenninir siga, at tað er 85 prosent sannlíki fyri, at stormarnir og ódnirnar verða fleiri og verri enn meðal.

 

Forsøgnin hjá veðurstovninum sigur, at í tíðarskeiðinum frá 1. juni til 30. november fara væntandi millum 13 og 16 tropiskir stormar at taka seg upp í Atlantshavinum við kós inn í Karibiska Havið. Sjey av stormunum fara ætlandi at menna seg til tropiskar ódnir, og av teimum vera fimm so mikið harðar, at tær mugu skrásetast í teimum ringastu bólkunum.

 

Síðani tann 1. juni hava sjey tropiskir stormar verið í økinum. Tann sjeyndi, sum fekk navnið Erin, gjørdi um seg í Texas í síðstu viku við nógvum regni, men hann gjørdi ikki stórvegis skaða. Sambært veðurmonnunum er tað næsta illveðrið kanska longu á veg, tí okkurt er í ferð við at taka seg upp yvir havinum eystan fyri Kuba, siga teir.