Løgreglan hevur gjørt málrættað átøk við skúlar og dagstovnar.
Í gjár var løgreglan úti við skúlar í Havn og kanna ferðsluna við skúlar. Har stóð sambært vaktleiðaranum væl til, tó at nakrar átalur vórðu givnar. Men verri stóð til, tá løgreglan gjørdi kanningar við dagstovnar norðanfyri. Har vórðu fimm sakir skrivaðar fyri, at børn ikki sótu í góðkendari trygdarútgerð.
Tað eru sum vera man tey vaksnu, sum hava ábyrgdina av, at børnini sita íbundin, og tí fingu fimm bilførar klipp í koyrikortið fyri hesini brotini.
Vaktleiðarin vísir á, at roydnirnar eru, tá tað eru smábørn, at foreldur oftari gloyma at binda børninni rætt í ella nýta rætta trygdarútgerð.
Ferðsluløgreglan steðgaði eisini tveimum bilum í Havn seinnapartin í gjár, har annar tosaði í telefon, meðan hann koyrdi, og hin manglaði ljós á einum viðfestisvogni.