Fleiri í kirkju á hvítusunnu

Tær kirkjur, sum hava kirkjukjallara ella kirkjuhús, kunnu nú hava fleiri fólk í kirkju. Men tað verður eingin útigudstænasta annan hvítusunnudag, sum vanligt hevur verið í Havn og Fuglafirði

– Vit hava tosað við kororáðgevingina, og tilmælið er, at tær kirkjur, ið hava kirkjukjallara ella kirkjuhús, kunnu hava fleiri fólk í kirkju, sigur Uni Næs, dómpróstur.

Ítøkiliga merkir tað, at kirkjur, ið hava innrættaðan kjallara ella kirkjuhús, kunnu afturat kirkjuskipinum nýta kirkjukjallaran ella kirkjuhúsið í sambandi við gudstænastur. Hetta merkir, at fólkatalið, ið kann koma til gudstænastuna, hækkar samsvarandi hølisviðurskiftunum, tó so at neyðuga frástøðan verður hildin.

Somu krøv eru eisini til frástøðu og reinføri sum í kirkjuskipinum.

Tær kirkjurnar, sum hava kirkjukjallara, skulu tó taka serlig atlit til inn- og útgongd, so at fólkið í skipinum ikki kemur saman við fólkinum í kjallaranum. Hesar eru: Christianskirkjan, Fuglafjarðar, Gøtu, Fríðrikskirkjan, Skála, Norðskála, Vestmanna, Vesturkirkjan, Argja, Hoyvíkar og Miðvágs kirkja.

Áður hevur verið sagt, at fólkatalið í teimum stóru kirkjunum til gudstænastu, jarðarferð og brúðarvígslu í mesta lagi er 100, at fólkatalið í teimum miðalstóru kirkjunum til gudstænastu, jarðarferð og brúðarvígslu í mesta lagi er 75, og at fólkatalið í teimum smærri kirkjunum til gudstænastu, jarðarferð og brúðarvígslu í mesta lagi er 30, men nú kunnu tær kirkjurnar, ið hava kjallara ella kirkjuhús, hava fleiri fólk í kirkju.

Eingin útigudstænasta

Annan hvítusunnudag hevur verið vanligt, at kirkjurnar í Havn hava útigudstænastu á ovaravølli. Fuglafjarðar kirkja hevur eisini í fleiri ár havt útigudstænastu í Miðstaðarlundini. Og tosað hevur eisini verið um at havt útigudstænastur aðrastani. Men tað verður ikki í ár.

– Koronaráðgevingin hevur frámælt, at vit hava tílíkar útigudstænastur, og tí vera ongar uttandura gudstænastur áðrenn ólavsøku 2020, sigur Uni Næs, dómpróstur.