Frá tí at útvarpið fór undir at hava V4-spælið, varð spælt leygarkvøld, men fjør heyst varð spælið flutt til fríggjamorgun.
Kringvarp Føroya upplýsir, at beint sum spælið varð flutt til fríggjamorgun, fóru fleiri at spæla við. Men nú er luttøkan dalað til tað, hon var undan flytingini.
1200-1500 fólk spæla um vikuna. Fara vit fleiri ár aftur í tíðina, var luttøkan væl hægri.
Á byrjanini kundi bara spælast á pappír-V4-seðlunum, men gongin er, at fleiri og fleira keypa v4 seðil yvir fartelefonina.
Farseðlarnir eru nú umleið 80 prosent.