Millum mongu gestirnar sum leita sær til Gøtu á G! næsta vikuskifti vera eisini umboð fyri útlendskar miðlar og festivalar, ið koma til Føroya at fregnast um tónleikapallin her.
Millum tey sum koma í ár, eru blaðfólk ið skriva fyri heimskend tíðarrit, eitt nú Mojo, Billboard, Wired og Musicweek.
Útvarpsstøðir sum DR P1 Kultur, Eysturíska tjóðarútvarpið, størsta tónleika-útvarpið í Sveiss og mangir aðrar miðlar, verða eisini á Gøtusandi hesar dagarnar.
Umframt fjølmiðlar, koma eisini umboð fyri eina røð av festivalum og spælistøðum.
Nevnast kunnu Spot Festival, Iceland Airwaves, Reeperbahn Festival og onnur, ið koma til Føroya at vita, hvat rørist á føroyska tónleikapallinum og fyri at styrkja samstarvi við føroyska tónleikavinnu, sigur Jón Tyril, ið er talsmaður hjá G!.
- Hetta er í samsvari við nøkur av grundleggjandi endamálunum hjá G!, sum er at fáa føroyskan tónleik fram uttan fyri ladoddarnar.
- Ein máti at gera tað, er at byggja brýr og skapa sambond við útlendskar miðlar og fyriskiparar, og tann vegin fáa føroyskar bólkar at spæla uttanfyri Føroyar.
- Ein liður í hesum arbeiði er at bjóða miðlum og øðrum í tónleikavinnuni til Føroya at uppliva, síggja og hoyra føroyskan tónleik á G!, sigur talsmaðurin hjá G!.
Í alt koma meira enn 25 umboð fyri útlendskar miðlar og festivalar á G! at hoyra føroyskan tónleik og uppliva landið.