Tað er longu nú greitt, at fleiri av teimum kendu andlitunum verða ikki at síggja í fólkatingssalinum aftan á valið tann 15. september. Ikki færri enn 29 tinglimir hava boðað frá, at teir stilla ikki uppaftur, og fleiri teirra hava sitið í Fólkatinginum í mong ár.
Millum tey mest royndu og ivaleyst eisini best kendu kunnu nevnast Vinstra-maðurin Thor Pedersen, sum hevur verið fólkatingslimur í 26 ár og tingformaður hetta seinasta valskeiðið.
Tann mest royndi politikarin, sum sigur farvæl nú, er tann radikali Niels Helveg Petersen. Hann hevur verið í Fólkatinginum í samfull 36 ár og hevur eisini verið búskapar- og uttanríkisráðharri. Ein annar radikalur tinglimur, sum eisini gevst, er Lone Dybkjær, sum hevur verið í Fólkatinginum í 24 ár.
Millum teirra, sum ikki hava sitið so leingi í Fólkatinginum, men sum kortini hava valt at gevast, eru systkinabørnini Søren Krarup og Jesper Langballe, sum hava umboðað Danska Fólkaflokkin í Fólkatinginum í níggju ár.