Ákæruvaldið í Ísrael er komið við nýggjum ákærum ímóti fyrrverandi forsætisráðharranum Ehud Olmert. Hesaferð verður hann ákærdur fyri korrupsjón.
Ehud Olmert er ákærdur fyri at hava tikið ímóti muturpengum frá fyritøkum, sum vildu sleppa at byggja íbúðir í Jerusalem. Olmert var borgarstjóri í Jerusalem, til hann tók við sum forsætisráðharri í 2006. Fyrrverandi stjórnarleiðarin vísir ákæruni aftur, men ákæruvaldið stendur við sítt.
Frammanundan er Ehud Olmert ákærdur fyri at hava tikið ímóti pengum frá einum amerikonskum handilsmanni til at reka valstríð fyri. Hann er harafturat ákærdur fyri fíggjarsvik, skrivar Reuters.










