Fróði Benjaminsen, Andrew av Fløtum, Jóan Símun Edmundsson og Pál Joensen hava ikki gjørt sáttmálar fyri komandi ár. Formaðurin í HB váttar, at hann hevði ynskt at onkir av sáttmálunum vóru komnir upp á pláss.
Les eisini: Ársins málverji í bíðistøðu
- Tað er rætt, at vit hava fleiri ivamál til komandi kappingarár. Vit høvdu ein breiðan hóp hetta kappingarárið, men vit kundu havt hugsað okkum at fingið onkran av teimum upp á pláss, sigur Finnbogi Arge.
Fróði Benjaminsen og Andrew av Fløtum eru komnir nakað upp í árini, tá talan er um fótbólt, meðan Pál M. Joensen hevur fingið bjóðað nýggjan sáttmála, men hevur ikki tikið støðu enn. Jóan Símum Edmundson og Heini Vatnsdal hava eyguni eftir útlandinum
Fyrr í kvøld skrivaði in.fo, at tað møguliga eru boð úr útlandinum eftir HB málverjanum, Teiti M. Gestsson. Her sigur formaðurin hjá HB, at maður má koma í mans stað um ein slík støða verður veruleiki.










