Fleiri ivamál í nýggjari dátuverndarlóg

Løgmansskrivstovan hevur lagt lógaruppskot um nýggja dátuverndarlóg til almenna hoyring. Vinnuhúsið heldur tó, at tað eru fleiri ivamál og viðurskifti í uppskotinum, sum kunnu verða trupul at gjøgnumskoða

Endamálið við uppskotinum er at betra um verjuna av persónsupplýsingum, samstundis sum Føroyar fylgja altjóðagerðini og verða góðkendar av ES, sum trygt triðjaland. Nýggja dátuverndarlógin skal avloysa galdandi lóg um viðgerð av persónsupplýsingum frá 2001.

Vinnuhúsið tekur undir við endamálinum við lógaruppskotinum, men uppskotið er rættiliga rúgvismikið og torskilt fyri fyritøkur og persónar, ið ikki eru serfrøðingar á økinum.

– Sambært uppskotinum verður ábyrgd flutt frá Dátueftirlitinum yvir á dátuábyrgdarhavarar á stovnum og fyritøkum. Tað er ikki krav, at privatar fyritøkur skulu hava dátuverndarfólk, men sum skilst, so fara tað tó at vera rættiliga nógvar privatar fyritøkur, sum skulu hava dátuábyrgdarhavarar, tí tær møguliga koma at viðgera persónsviðkvæmar upplýsingar, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni.

Teir vísa á, at tað er sostatt ikki greitt, nær og hvørjar privatar fyritøkur skulu hava dátuverndarfólk. 

– Í lógaruppskotinum verður sagt, at kravið um yvirlit yvir viðgerð av, hvørjar persónsupplýsingar verða viðgjørdar og til hvørji endamál tær vera nýttar, ikki er galdandi fyri fyritøkur við færri enn 250 starvsfólkum. Tó leggur uppskotið upp til, at hetta krav kortini verður galdandi fyri fyritøkur við færri enn 250 starvsfólkum, um tað er sannlíkt, at viðgerðin hevur við sær váða. Neyðugt er at fáa eina nærri allýsing av hvussu hetta skal skiljast, skrivar Vinnuhúsið.

Í lógaruppskotinum verður lagt upp til at hækka sektarstøðið fyri brot á persónsupplýsingar munandi, soleiðis at bøturnar fyri brot á lógina, koma upp á sama støði, sum í Danmark, har til dømis ein hýruvognsstøð nýliga fekk eina bót á 1,2 milliónir krónur.

Dátueftirlitið skal samstundis fáa heimild til at geva fyrisitingarlig sektaruppskot fyri brot á dátuverndarlógina, eins og løgreglan gevur sektaruppskot fyri brot á ferðslulógina.

Vinnuhúsið vísir á, at hetta eru millum annað nakrir spurningar, sum eiga at verða lýstir og greinaðir nærri, áðrenn lógaruppskotið verður lagt fram í Løgtinginum.

Vinnuhúsið skipar fyri tiltaki hósdagin 31. oktober klokkan 14, har spurningar viðvíkjandi nýggju dátuverndarlógini verða svaraðir. Tað verður Katrin Thorsvig Hansen, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni, sum fer at greiða frá.