Fleiri ivamál í Fuglafirði

Fuglfirðingar verða í dag vertir í oyggjauppgerð. NSÍ fer eftir døgurða inneftir, og hjá heimaliðnum er tað framvegis striltið at seta besta liðið. Clayton Soares og Bogi Reinert Petersen hava verið at sæð á vøllinum í Fløtugerði í vikuni, men teir hava ikki vant saman við hinum, og tað verður ikki roknað við, at teir verða førir fyri at spæla ímóti NSÍ. Nenad Saric vandi ikki fríggjakvøldið, og ta er ivasamt, um hann verður við í dag.

 

Fimm tær seinastu ferðirnar í landskappingini hevur ÍF ikki megnað at vinna, og hóast avrikið í 2. hálvleiki ímóti KÍ í steypakappingini var gott, so kom einki burturúr í álopsspælinum, og KÍ vann 1-0.

Hjá NSÍ er tað upp og niður. Sunnudagin var steypasigurin á Skála so sannførandi sum 3-0, og í landskappingini endaði tað næstsíðsta sunnudag við 4-0 tapi á heimavølli ímóti HB. Abraham Løkin hevur seinastu ferðirnar givið fleiri ungum og gavuríkum spælarum møguleikan, og 16 ára gomlu Meinhard Olsen og Betuel Hansen vera í ferðalagnum til Fuglafjarðar seinnapartin.