Um vikuskiftið hevur heystkapping verið í hondbólti í teimum yngru deildunum. Her vísa leikarnir sína styrki fyri sjálva landskappingina, sum byrjar í komandi viku. Til tílíka undankapping sum hesa verða liðini býtt upp í bólkar, har innleiðandi umførini verða spæld. Tey betru liðini enda í A endaspælinum, meðan veikari liðini enda í B endaspælinum. Vinnarnir verða funnir við semifinalum og finalum.
Heystkappingin verður spæld ymsastaðnis í landinum. Á Eiði spældu gentur 10 ár. Í tí eina innleiðandi umfarinum vóru fleiri javnleikir millum sterkastu liðini, so málúrtøkan í hinum dystunum var avgerandi. Finalan var millum Kyndil og Neistan, og tá avtornaði var Kyndil omaná.
Kappingin hjá dreingjum 10 ár var í høllini í Gundadali, og har møttust H71 og VÍF í finaluni. VÍF vann 5-3.
Í høllini í Vági spældu gentur 12 ár. Finalan í A endaspælinum varð millum Stjørnuna a og H71 a. Tá avtornaði var H71 omaná eftir at hava ført allan dystin, men seinastu løtuna hálaði Stjørnan seg inn á hoyvíksgenturnar. Finalan í B endaspælininum var millum somu lið og her vann H71b ein tættan dyst móti Stjørnuni b.
Dreingir 12 ár spældu í Vestmanna, og har vann H71 á Neistanum 9-7.