Fleiri hundrað mans hava biðið sær kjans

At tað er gravgangur eftir at sleppa við nýggjasta uppsjóvarskipinum í flotanum, »Hoyvík«, hevur Hans Andreas Kelduberg, reiðari, sannað, síðani tíðindi bórust um nýggja skipið á in.fo týsdagin.

 

– Her hevur verið øðiligur áhugi at sleppa við. Fyri at siga tað akkurát sum tað er, so hava fleiri hundrað mans biðið sær kjans, sigur Hans Andreas Kelduberg.

 

– Hetta er nakað heilt annað, enn tá vit skulu manna ein línubát ella garnabát, tí tá mugu vit út at leita eftir manning, sigur hann.

 

Les eisini: Havnin fær nú sítt fyrsta uppsjóvarskip

 

Skipið fór úr Egersund í Noreg á middegi og kemur á Havnina tíðliga leygarmorgunin.

 

– Skipið er púra klárt at fara til fiskiskap, og vit hava tikið allar makrelgreiðurnar umborð í Noreg, sigur Hans Andreas Kelduberg.

 

Avtalan við norsku seljararnar er, at skipið verður handað nýggju eigarunum í Føroyum, tí er tað norsk manning við skipinum á vegnum heim, men partur av føroysku manningini er eisini við.

 

»Hoyvík« er gamli Høgaberg hjá Framherja, sum fyrr hevur hevur borið navnið Gullfinnur.Skipið, sum lastar 2.100 tons, er keypt fyri slakar 20 milliónir krónur.