Fleiri hundrað fólk fara niður í løn

Fleiri hundrað fólk, sum frammanundan hava ógvuliga lága løn, fara nú enn longur niður í løn

 

Ætlanin hjá samgonguni at seta eina nýggja eftirlønarskipan í verk á nýggjárinum, fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri fleiri hundrað limir í pedagogfelagnum.

 

Tað sigur Maud Vang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum,

 

Talan er um øll hjálparfólkini, sum eru nýggj í starv, tí tey fáa ikki eftirløn.

 

Hjálparfólkini hava nevniliga ikki rætt til eftirløn av lønini tað fyrsta árið, tey eru í arbeiði.

 

Maud Vang Hansen sigur, at Pedagogfelagið hevur fleiri ferðir roynt at fáa hetta broytt, men higartil hevur politiskur vilji ikki veirð til tað.  

 

- Hetta hevur ta beinleiðis avleiðing fyri hjálparfólk sum starvast tað fyrsta árið, at tey sum heild fara eitt prosent niður í løn, fyrsta árið, tey arbeiða.

 

Hetta er tann upphæddin, øll annars skulu rinda til sína egnu eftirløn næsta ár.

 

Harafturat kemur missurin tey hava av, at tey bara fáa eftirløn av teirri føstu lønini.  Tey fáa sostatt ikki eftirløn av viðbótum og ískoytum tey fáa við at arbeiða í skiftisvaktum.

 

Maud Vang Hansen vísur á, at byrjunarlønin hjá einum hjálparfólki er 109,02 krónur um tíman og tað er lægri enn minstalønin hjá tí almenna og munandi lægri enn tímalønin hjá tí privata.

 

- Talan er um hundratals fólk, serliga kvinnur, sum eru í hesi vanlukkuligu støðu.

 

Pedagogfelagið vil nú hava at vita frá politikarum, um teir halda tað vera rætt, a ein samfelagsbólkur skal vera so illa fyri av lóggávu, sum samgongan hevur samtykt.

 

Hetta er eisini galdandi fyri námsfrøðingar og túsundatals aðrar løntakarar á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum ikki hava eftirløn, sum er.

 

Tískil fer nýggja eftirlønarskipanin at seta fleiri túsund løntakarar niður í løn.

 

Summi fara ikki at merkja henda lønarniðurskurð beinanveg, men eftir fáum árum,

 

Men samgongan ætlar, at um nøkur ár skulu øll rinda 15 prosent av lønini í eftirløn

 

strekkir eftirlønargjaldið ikki til kravda prosent partin og tá verða okkara limir aftur at fara niður í løn.

 

So um nøkur ár fer kravrið frá samgonguni til, hvussu nógv skal rindast í eftirløn, upp um tað, sum nógv hava í eftirløn, so aftur tá fara tey enn longur niður í løn.

 

Pedagogfelagið sigur, at fyri  trimum vikum síðani sendu tey eina áheitan um hetta til allar politiskur floksformenninar.

 

Men felagið sigur, at enn er tað bara ein floksformaður, sum hevur svarað, og tað harmast tey um.

 

Tískil hava tey nú sent áheitanini umaftur til allar floksformenninar og til sjálvt Løgtingið.