Fleiri hundrað arbeiðspláss í Suðuroynni í stórum vanda

Ætla at taka stuðulin av omandi ár: Tað verður ein vanlukka fyri suðuroynna: ? Arbeiðspláss í Suðuroy, sum betala einar 50-60 miljónir í lønum, detta niðurfyri, verður íløgustuðulin tikin av, sum ætlað

? Tað verður ein vanlagna fyri Suðuroynna.

Onki minni!

So álvarligar, verða avleiðingarnar, verður íløgustuðulin tikin av í mars komandi ár, siga reiðararnir á teimum 10 trolarunum, sum at kalla bara avreiða í Suðruoynni

Ætlanin er at íløgustuðulin til teir stóru lemmatrolararnar skal fella burtur í mars mánaða komandi ár.

Men tað verður ein vanlukka fyri Suðuroynna siga reiðararnir á teimum 10 trolarunum.

Teir meta støðuna so hættisliga, at teir í vikuni hava sent øllum løgtingsmonnunum úr Suðuroynni bræv, har teir gera greitt, hvørjar avleiðingarnar fara at standast av, verður íløgustuðulin tikin av, og onki sett ístaðin.

Brævið er eisini sent bý- og bygdaráðsformonnunum í teimum bygdum í Suðuroy, sum varða av hesum trolarum í vónini um, at teir eisini kunnu gera sína ávirkan galdandi,

Talan er um reiðararnar á Steintór, Niels Paula, Sancy, Beintu, Rasmus Effersøe, Suðringi, Phoenix, Rankanum, Bresta og Mýlingi.

Løgtingsmenninir, sum hava fingið post frá trolarareiðarunum eru Jákup Joensen, sum er einasti samgongutingmaður, Jákup Olsen, Ingeborg Vinther, Henrik Old og Jóannes Eidesgaard.

Og bý- og bygdaráðsformenninir eru Páll Vang á Tvøroyri, Jógvan Krosslá í Vági og Jens Norðberg í Hvalba.


Skipini av landinum

Reiðararnir siga, at uttan íløgustuðulin fara skipini ikki at klára at svara hvørjum sítt.

? Avleiðingin verður, at tey verða seld av landinum, tí har er prísur fyi tey.

? Í løtuni eru 13 stórir lemmatrolarar í landinum Av teimum hava 10 manning úr Suðuroy, og teir avreiða at kalla alt tað ,teir fiska í Suðuroy.

Tilsamans fiska hesir trolarar 10.000-15.000 tons um árið.

? Missa vit hesi skipini av landinum, verður tða ein dyggur smeitur fyri Suðuroynna.

? Einir 150 mans eru við hesu mskipum, og tilsamans fáa teir einar 30-40 miljónir í hýrum.

Á landi skapa tey arbeiða til fólk, sum fáa einar 20 milliónir í løn.

Men harafturat geva hesi arbeiði nógv arbeiði til tænastuvinnuna í oynni, báði smiðjur, mekanikarar og hvat tey annars hava brúk fyri av vørum og ymsum veitingum.


Klára seg um 3 - 5 ár

Reiðararnir siga, at í rakstri eru skipini nú komin hartil, at fingu tey sama stuðul sum higartil eini 3-5 ár afturat, høvdu tey klárað seg sjálvi.

Ein av reiðarunum, Bogi Mortensen, at høvdu skipini fingið stuðulin nøkur ár afturat, høvdu lánini verið komin so langt niður, at møguleikarnir eru góðir fyri at umfíggja lánini.

? Skipini hava kunnað goldið skuld niður hesa tíðina, stuðulin hevur verið.

? Stuðul skal hava eitt endamál.

? Í hesum føri verður endamálið, at sleppa vit um tað spíska hornið, sum eitur 3-5 ár afturat við stuðuli, er skuldin, og renturnar, komnar niður á eitt støði sum ger, at vit høvdu klárað okkum sjálvi.


Óvissan ørkymlar

Teir vísa á, at ætlanin er at seta 40 milliónir av á fíggjarlógini til ymsan stuðul, og at hann skal verða galdandi í fýra ár.

Men teir vita onki um, hvussu ætlanin er at lata henda stuðul - og til hvat.

? Í øllum førum er fráboðað, at talan verður ikki um íløgustuðul, sum hann hevur verið, sigur Bogi Mortensen.

Og av tí at óvissan er so stór, heita teir á løgtingsumboðini um at gera sína ávirkan galdandi, so at stuðulin ikki minkar, men verður varðveittur nøkur ár afturat.

Teir stóru trolararnir fáa 1,3 mió um árið í íløgustuðuli og teir smærru fáa 1 mió.

Reiðararnir skjóta eisini eftir miðstaðarøkinum og vísa á, at tað fær eisini stuðul - blokkin úr Danmark.

? Hinvegin er útjaðarin sera viðbrekin mótvegis broytingunum í fiskivinnuni, prísi, oljuprísi, rentustøði, dollaravirði og kunjunkturbroytingum.

? Hetta eru alt viðurskifti, vit als onga ávirkan hava á. ? So hvussu ikki stuðla útjaðaran eitt sindur, tá ið á stendur, til umstøðurnar batnað, spyrja reiðararnir á skipunun, sum avreiða í Suðuroy.