Fleiri hundrað tons av mati eru á goymslu

- Eg vil mæla fólk til at taka tað róligt og slappa av. Tað gevur slett onga meining at keypa vørur niðurfyri, soleiðis sum støðan er, sigur stjórin í P/F Poul Michelsen Heilsølu, Gunnar Mohr.

 

 

- Eg veit ikki, hvat feilar fólki!

Soleiðis tekur Gunnar Mohr, stjóri í P/F Poul Michelsen Heilsølu, til, meðan vit sita inni á skrivstovuni hjá honum og bíða eftir, at hann er leysur til prát. Stjórin hevur júst samskift við kunda, sum keypir sínar vørur hjá heilsøluni, og prátið teirra millum snýr seg um, at fólk - eisini føroyskir brúkarar - eru farin at keypa ávísar vørur inn undir seg.

Eftir tíðindafund í Danmark mikudagin, har status varð gjørt um corona-smittu og danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, boðaði frá víðgongdum tiltøkum í eini roynd at avmarka smittuvandan, vórðu fleiri matvøruhandlar í Danmark stormaðir av fólki, sum keyptu og løgdu vørur inn undir seg.

Tað, sum hendi í Danmark mikudagin, har fólk í hópatali fóru út í matvøruhandlar at keypa, gjørdi seg partvís eisini galdandi í Føroyum seinni sama dag. Nógv fólk var at síggja í fleiri handlum ymsastaðni um landið, og tað vóru eisini ymiskar mat-og brúksvørur annars, sum gingu undan.

- Sum heilsøla merktu vit hetta ikki fyrr enn hósmorgunin, og vit hava skilt á okkara viðskiftafyritøkum, at tað serliga vóru ávísar vørur, sum fólk fóru eftir, eitt nú breyði, mjøli, ger, pasta og wc-pappíri, sigur Gunnar Mohr.

Men, hvat heldur so stjórin í P/F Poul Michelsen Heilsølu um hetta?

- Hetta er eftir mínum tykki púrasta óskiljandi og fullkomiliga óneyðugt. Tað einasta, sum hetta ger, er, at handlar kunnu koma at standa og mangla ávísar vørur, tí nøkur fólk leggja hesar vørur inn undir seg.

Hann vísir á, at høvdu øll í staðin gjørt, soleiðis sum tey plaga at gera, tá tey keypa inn, var eingin trupulleiki.

##med2##

- Kreppan, sum hevur tikið seg upp við corona-virus, er als eingin matvørukreppa, og tí vil eg staðiliga heita á fólk um at taka tað róligt og vísa hógv, sigur Gunnar Mohr, sum vissar um, at vørugoymslurnar hjá teimum eru á tremur við matvørum og øðrum nýtsluvørum.

Stjórin vísir á, at ein heilsøla sum P/F Poul Michelsen Heilsøla liggur inni við fleiri hundrað tonsum av matvørum, og tað er einki, sum bendir á, at teirra veitarar ikki fara at megna at veita tær vørur, sum heilsølan skal hava.

- Okkara vørugoymsla liggur millum 5000 og 6000 fermetrar, og vit hava altíð vørur á goymslu til fleiri mánaðir. Haraftrat fáa vit eisini okkara regluligu veitingar heim úr útlandinum, soleiðis sum vit plaga.

Gunnar Mohr vísir á, at í mun til árliga umsetningin, er vørugoymslan rættiliga stór, og hetta hevur bæði nakað við flutningin at gera, umframt at tað hevur týdning at keypa inn í stórum nøgdum fyri at kunna veita viðskiftafeløgum ein so lágan eintaksprís sum gjørligt.

- So, her er als eingin vandi á ferð, leggur hann dent á.

Gunnar Mohr vísir á, at Føroyar í allar mátar eru ríkar fyri matvørur og aðrar nýtsluvørur.

- Eg vil siga tað soleiðis, at Føroyar eru ein sera stórur matkovi í mun til tað fólk, sum her býr, og her er rættiliga nógvur matur á goymslu. Eitt er tað, sum heilsølurnar liggja inni við á sínum goymslum og tann vøra, sum regluliga kemur til landið. Haraftrat eru stórar goymslur kring landið, sum eisini eru fullar at góðum matvørum, um ein verulig matvørukreppa skuldi tikið seg um, sum henda kreppan, vit nú síggja, slett ikki er.

Stjórin vísir á, at P/F Poul Michelsen Heilsøla altíð er tryggjað langt fram í tíðina, tá ræður um tær veitingar, sum fyritøkan hevur kring um landið. - Eg vil tískil mæla fólk til at taka tað róligt og slappa ordiliga av, meðan tey hava frí - heldur enn at renna í handlarnar at leggja vørur inn undir seg, tí tað gevur slett onga meining, soleiðis sum støðan er, sigur Gunnar Mohr í VikuskiftisSosialinum, sum kom í dag.

##med3##